Innanlands

Hesi skulu býta milliónir út til føroyskar miðlar

Lív Krogh Arge heldur fram sum forkvinna í miðlastuðulsnevndini

Frá vinstru: Teitur Friduson Andreasen, Ingibjørg Berg, Eirikur í Jákupsstovu, Lív Krogh Arge, John Johannessen, Martin N. Simonsen og Sigrún Brend

Frá vinstru: Teitur Friduson Andreasen, Ingibjørg Berg, Eirikur í Jákupsstovu, Lív Krogh Arge, John Johannessen, Martin N. Simonsen og Sigrún Brend

2025-10-03 07:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur fyri næstu trý árini sett nýggja miðlastuðulsnevnd.

Lív Krogh Arge heldur fram sum forkvinna, og Teitur Friduson Andreasen er nýggjur varaformaður.

John Johannesen heldur eisini fram í nevndini og tað ger varafólkið Sigrún Brend eisini.

Ingibjørg Berg er nýggj í nevndini. Martin N. Simonsen er varalimur.

Nýggja nevndin hevði sín fyrsta fund í Almanna- og mentamálaráðnum hósdagin.

Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at luta tann stuðulin út, sum er til privatar tíðindamiðlar á fíggjarlógini. Í ár eru 2,9 mió. kr. settar av til ávikavist lønir og verkætlanir.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er skotið upp at hækka játtanina við tveimum milliónum, so hon verður 4,9 milliónir krónur tilsamans.

Eitt lógaruppskot sum skal broyta miðlastuðulslógina er eisini til hoyringar í løtuni. Lagt verður upp til at 60 prosent av játtanini fara til skjalprógvaðar útreiðslur. Restin, 40 prosent, skal til ein nýggjan miðil, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma vil hava. Og stuðulin til henda nýggja miðilin skal kunna latast yvir fimm ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder