Innanlands

Hesir framføra til Bátafestivalin á Toftum

Um tvær vikur er nógv ymiskt á skránni á Bátafestivalinum á Toftum - m.a. nógvur tónleikur

Sámal Ravsfjall er ein av teimum, ið skal framføra á ársins Bátafestivali
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Sámal Ravsfjall er ein av teimum, ið skal framføra á ársins Bátafestivali (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-20 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ársins bátafestivalur á Toftum verður hildin 4. mai - leygardagin um tvær vikur. Ein rúgva av bátum kemur inn í bátahylin í Oyrunum, og eftir at teir eru komnir uppá pláss, so byrja tiltøk í tjaldinum sum verður sett upp á kaiøkinum.

Fyriskipararnir skriva, at sum altíð er nógv gott undirhald í teltinum undir Bátafestivalinum. Nógvir tónleikarar fara at framføra gjøgnum dagin, og tónleikurin i tjaldinum byrjar klokkan 15.30, eftir at Jóannes Hansen hevur sett Bàtafestivalin. 

Fyrstur á pallin verður Eyðun Jacobsen, og siðani koma Karstin Danielsen, Terje B. Vestergaard og Sámal Ravnsfjall. Hallur Joensen Band spælir til dans í tjaldinum um kvøldið. 

Øll skráin fyri Bátafestivalin á Toftum kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder