Norðrasta av teimum bretsku oyggjunum, Unst í Hetlandi, hevur nú eftir øllum at døma vunnið kappingina um at gerast heimstaður fyri uppskjótingunum av rúmdarrakettum av bretskum landøki í framtíðini.
Skotska blaðið The Mail on Sunday kundi í gjár avdúka, at bretski rúmdarmyndugleikin UK Space Agency hevur tikið avgerð um at bretskar fylgisveinarakettir skulu sendast út frá Lamba Ness á oynni Unst, longst í ein landnyrðing í Hetlandi.
Her hevur felagið Shetland Space Centre í eina tíð arbeitt hart fyri at gerast partur av framtíðar bretska rúmdarævintýrinum.
Avgerðin er tikin eftir at risastóra amerikanska fyritøkan Loockheed Martin, sum varð biðin um at finna best egnaða útskjótingarstaðið í Bretlandi, eisini hevur sagt gott fyri verkætlanini á Unst, sjálv ætlar at senda út sínar rakettir av Lamba Ness á Unst í framtíðini.
Shetland Space Center hevur seinastu tíðina verið í kapping við eina verkætlan í Sutherland, norðast á skotska meginlandinum, um at gerast bretsk útskjótingarstøð. Okkurt bendir á, at kanska verða bæði støðini vald, men til hvørt sítt slag av rakettum, skrivar Mail on Sunday.
Les eisini: Ætla at skjóta 30 rakettir árliga úr Hetlandi
Verkætlanin á A’Mhòine-hálvoynni norðast í Skotlandi stríðist við umhvørvisfelagsskapir um at fáa neyðugu loyvini at brúka staðið til rakettuppskjóting. Verkætlanin fær eisini mótstøðu frá danska milliardinginum, Anders Holch Povlsen, maðurin handan Bestseller-klædnaketuna, sum er størsti privati jarðareigari í Skotlandi.
Johan Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fær týdning fyri Føroyar
Verður Hetland brúkt til útskjótingarstøð kann hetta fáa stóran týdning fyri Føroyar.
Hetlendingar hava longu eitt ávíst samstarv við Føroya Tele í samband við rakettætlanirnar. Føroya Tele og Shefa skulu borga fyri neyðuga samskiftinum við at leggja ein kaðal úr Lerwick og norður til Unst.
Eisini hevur verið upp á tal at leggja eina tracking støð í Føroyum at taka niður alt tilfar, sum fylgisveinar og rakettir skráseta.
- Um bretsku rúmdarmyndugleikarnir og serliga um risastóri amerikanski rúmdarrisin Lockheed Martin, fáa eyguni upp fyri Føroyum í rúmdarvinnuligum samanhangi, kann tað gerast ógvuliga áhugavert fyri okkum, sigur Johan Mortensen, sum hevur verið partur av samstarvinum millum Føroya Tele og hetlendsku rúmdarætlanina.
- Føroyar liggja sera væl fyri at hava eina slíka ’tracking’-støð, tí vit liggja so fjarskotin. Og fáa vit eina slíka støð, kann hetta geva nógv hátøknilig størv í Føroyum. Eg meti hetta hava stóran týdning, eisini at fáa fleiri føroyingar at vísa áhuga fyri virkseminum, ið gongur fyri seg í rúmdini so at fleiri føroyingar fara at nema sær kunnleika til rúmdartøkni, sigur Jóhan Mortensen, sum als ikki heldur tað vera óhugsandi, at rakettir kunnu skjótast út í Føroyum eisini.
- Tað hendir ómetaliga nógv á hesum økinum í hesum tíðum. Í dag flúgva 400 fylgisveinar yvir Føroyum um samdøgrið, og við SpaceX hjá Elon Musk og øðrum verkætlanum er ætlanin, at hetta talið skal fleirfaldast.
Mail on Sunday skrivar, at væntandi verður fyrsta rakettin send út á Unst longu komandi ár. Talan er um at senda ein lítlan fylgisvein í ringrás um jørðina í lágari hædd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald