Uttanlands

Ætla at skjóta 30 rakettir árliga úr Hetlandi

Lutir fara at detta niður á sjógv í einum stórum øki norðan fyri Hetland - bretska stjórnin tosar m.a. við Føroyar um hetta

Lamba Ness norðast í Hetlandi hevur fyrr hýst eini RAF hernaðarstøð (Mynd: shetnews)

Lamba Ness norðast í Hetlandi hevur fyrr hýst eini RAF hernaðarstøð (Mynd: shetnews)

2020-05-19 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um ein rakettútskjótingarstøð verður bygd á Lamba Ness norðast á oynni Unst í Hetlandi, verður talan um at skjóta umleið 30 rakettir út úm árið.

Hesa vikuna hevur almenningurin í Hetlandi havt møguleika fyri at seta spurningar – á netinum – til verkætlanina fyri at spyrja um eitt nú avleiðingarnar fyri økið nærhendis sjálvt útskjotingarstaðið í Landnyðringshetlandi.

Og fyrireikararnir vissa fólkið á staðnum um, at tey ikki koma at merkja sjálvar útskjótingarnar, sum bert taka 20 sekund.

Hinvegin kann roknast við, at stórar útbyggingar verða í økinum sum avleiðing av ætlaða Shetland Space Centre, eitt nú ein útbygging av veganetinum. Økið er kent fyri sínar rættiliga smølu vegir.

Les eisini: Rakettstøðin í Hetlandi nærkast veruleika 

Umframt útbyggingar í økinum og fleiri spennandi størv, skulu fólkini, sum búgva í Unst rokna við at fáa eitt munandi betri internetsamband sum úrslit av rakettætlanunum, eins og roknast kann við betri ferjusambandi, um ikki talan verður um einaferð at fáa undirsjóvartunnlar ella annað fast vegasamband frá meginlandinum á Hetlandi til oyggjarnar Yellog Unst, skrivar Shetnews.

Rakettirnar sendar norðureftir
Shetland Space Centre upplýsir, at Lamba Ness á Unst er stak vælegnað til rakettútskjóting av trygdarútskjóting, tí talan ikki verður um at flúgvast skal yvir økjum har fólk búgva.

- Rakettir frá Lamba Ness koma ikki nærhendis bygdum øki í Hetlandi og heldur ikki nærhendis Føroyum í ein útnyðring. Um rakettirnar skulu skjótast upp frá alternativu støðunum í Skotlandi, slepst ikki undan at skjóta rakettirnar oman fyri økir har fólk búgva, siga fólkini handa ætlanina.

Rakettirnar verða millum 14 og 30 metrar høgar og millum ein og tveir metrar víðar, og hava ikki eyka tangar heftar á seg.

Men lutir frá rakettunum fara at detta niður á sjógv á einum øki ”nógvar kilometrar norðan fyri Unst”, sum tikið verður til. Sambært fyrireikarunum skal roknast við, at lutir frá rakettunum kunnu detta niður út móti 1.100 kilometrar frá Unst. Er leiðin ein beinur norðan vil hetta siga, at talan er um eitt økið heilt norður móti Jan Mayen.

- Tað er møguleiki fyri at rokna út hvar lutirnir detta niður, so at neyðug tiltøk kunnu setast í verk fyri at sleppa undan skaða, verður sagt í einum av svarinum.

- Bretska stjórnin tosar í løtuni við Noreg, Føroyar og Ísland fyri at fáa loyvi at lata lutir detta niður í altjóða sjógv. Hetta er vanligt praksis í rúmdarvinnuni, ljóðar eitt annað av svarunum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder