Ein tunnilsbólkur úr oyggjunum Yell og Unst í Hetlandi hevur verið á kanningarferð í Føroyum. Hetlendingar meta seg kunna fáa íblástur í Føroyum til at byggja út hetlendska undirstøðukervið og samferðsluna við líknandi undirsjóvartunnlum, sum Føroyar hava bygt. Hetta skrivar Shetland News í morgun.
Nú flestu av ferjunum, sum binda oyggjarnar í Hetlandi saman, eru við at vera gamlar og ótíðarhóskandi halda bæði politikarar og borgarar, at tíðin er komin til at binda oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum álíkt teimum í Føroyum. Talan er her um áhugabólkar, sum hava savnað pening saman til at skunda undir ætlaninar.
Hetlendingarnir vitjaðu fleiri av føroysku undirsjóvartunlunum og høvdu eisini høvi til at vitja Sandoyartunnilin, sum enn ikki er liðugur.
Ferðalagið hevði høvi at hitta umboð í Føroyum, sum kundu geva teimum íblástur til at brúka Føroya sum fyrimynd.
Heimafturkomið skal ferðalagið nú gera eina frágreiðing frá vitjanini í Føroyum at lata myndugleikum og áhugaðum. Umboð fyri ferðalagið sigur, at Føroyar hava 60 ára royndir við tunlum, og hesar kunnu hetlendingar gera brúk av.
Serstakliga vitjanin í Sandoyartunnlinum hevði stóran áhuga, nú tað vísir seg, at nýggja sambandið fer at bera í sær, at fleiri nýggj hús verða bygd og at fólk flytur til oynna aftur heldur enn av oynni. Barnagarðar verða eisini bygdir til fólkavøksturin í kjalarvørrinum á tunnilsgerðini og fasta sambandinum til høvuðsstaðin og restina av landinum.
-Hetta er nakað vit øvunda eini oyggj sum Sandoynni sigur eitt av umboðunum, Duncan Gray við Shetland News. Hann mælir øllum hetlendingum, sum halda tað vera rætt at byggja undirsjóvartunlar í Hetlandi at fara til Føroya og síggja við egnum eygum, hvussu stóran týdning tunlarnir hava fyri landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald