Tað er í lagið at selja tað slagið av Prime drykkinum, sum er ein tillaga útgáva av tí slagnum, sum eitur Prime Hydration. Hetta staðfestir Heilsufrøðiliga starvsstovan, nú drykkurin verður settur til sølu í føroyskum handlum.
Hetta tí onkur sløg av Prime vórðu bannað í Danmark fyrr í ár.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar soleiðis um Prime:
Nú Prime Hydration er boðið til sølu í Føroyum, hava vit fingið nógvar fyrispurningar viðvíkjandi hesum drykki, sum varð bannaður í Danmark fyrr í ár.
Tað finnast tvey sløg av Prime, ein orkudrykkur og ein leskidrykkur:
- Prime Energy, ið hevur ov høgt innihald av koffein sambært danskari lóggávu
- Prime Hydration, ið m.a. hevur tilsett A-vitamin, sum ikki er loyvt sambært danskari lóggávu
Nú er ein tillagað útgáva av Prime Hydration, loyvd til sølu í Danmark, sum lýkur treytirnar fyri útílating av vitaminum og mineralum í matvørum. Her er t.d. onki A-vitamin latið útí, tí mett er, at ein við vanligum donskum kosti longu fær ríkiligt av A-vitamin, m.a. frá gularótum og livurpostei. Um ein fær ov stórar mongdir av A-vitamin í longri tíð, kann hetta skaða livrina.
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur seg til danskar reglur á hesum økinum – og sambært hesum reglum kann tillagaða útgávan av Prime Hydrationseljast í Føroyum.
Orkudrykkurin Prime Energyhevur ov høgt innihald av koffein (>32 milligram koffein per 100 millilitur), og er tí ikki loyvdur at selja.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir børnum frá at drekka orkudrykkir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald