
Hvørt ár fáa føroysku politisku flokkarnir stuðul úr landskassanum til politiska upplýsing. Tað er peningurin, sum verður nýttur til valstríð. Játtanin er 4,8 milliónir á hvørjum ári.
Flokkarnir fáa stuðul fyri hvørja atkvøðu, umframt at 30% útgjaldinum, verður býtt javnt ímillum flokkarnar.
Javnaðarflokkurin hevur síðani januar 2016 fingið nógv mest í stuðli til politiska upplýsing, tí flokkurin gjørdist størstur á seinasta vali. Hann fær 75.908 krónur í stuðli um mánaðin. Áðrenn Kristin Michelsen fór úr flokkinum, fekk flokkurin 78.530 krónur um mánaðin. Flokkurin hevur fingið 3,13 milliónir krónur í stuðli síðani januar 2016.
Tjóðveldi hevur fingið næst mest í politiskum stuðli. Hann fær 75.223 krónur um mánaðin, og tað gevur 3 milliónir krónur síðani januar í 2016.
Sjálvstýrisflokkurin fær minst av politiskum stuðli frá tí almenna. Hann hevur síðani januar 2016 fingið 1,13 milliónir kónur síðani januar í 2016.
Listi A, Fólkaflokkurin:
Januar 2016 til apríl 2019: 2.445,508 kr.
Listi B, Sambandsflokkurin:
Januar 2016 til apríl 2019: 2.609,995 kr.
Listi C, Javnaðarflokkurin:
Januar 2016 til apríl 2019: 3.133,334 kr.
Listi D, Nýtt Sjálvstýri / Sjálvstýri:
Januar 2016 til apríl 2019:1.138,471 kr.
Listi E, Tjóðveldi:
Januar 2016 til apríl 2019: 3.008,000 kr.
Listi F, Framsókn:
Januar 2016 til apríl 2019: 1.463,800 kr.
Listi H, Miðflokkurin:
Januar 2016 til apríl 2019: 1.303,400 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald