Innanlands

Hevði einki koyrikort

Løgreglan hevur steðgað fleiri bilum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-23 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan steðgað fleiri bilum, og vórðu nakrir bilførarar skuldsettir fyri ymisk lógarbrot í hesum sambandi.

Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari tikin í miðstaðarøkinum fyri at koyra uttan koyrikort. Talan var um ein bilførara, sum hevði mist koyrikortið og ikki hevði tikið tað aftur. Viðkomandi er sostatt skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt.

Seint í gjárkvøldið varð ein annar bilur steðgaður. Og tá løgreglan kannaði fólkini í bilinum, vísti tað seg, at onkur hevði eina lítla nøgd av hassji uppiá sær.

Tíðliga í morgun varð ein bilførari í Vágum eisini tikin fyri at koyra ávirkaður. Blóðroynd er tikin av honum, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder