Innanlands

Hevði endað inni í húsunum stóð garðurin ikki fyri

Tveir mans endaðu á sjúkrahúsinum – verða avhoyrdir seinni í dag

2019-04-23 10:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluóhappið í miðbýnum í Havn, sum vit skrivaðu um fyrr í morgun, vísir seg at vera rættiliga nógv meira umfatandi enn fyrstu tíðindini bóru boð um.

Les: Skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring 

Eftir at hava “tikið” í ein bil við Magnus Heinasonargøtu, fór bilurin koyrandi víðari út eftir Dr. Jacobsensgøtu.

Ovast í gøtuni, har hon sneiðir oman fram við gamla kirkjugarð á Svínaryggi, hevði bilurin fingið so mikið stóra ferð, at hann ikki kláraði svingið.

Bilurin rendi inn í grótgarðin og tók ein brandkrana og eitt vegaskelti við sær á leiðini. Eftir myndunum at døma, kundi bilurin verið endaður inni í húsunum við endan á vegnum, um grótgarðurin ikki var fyri.

Teir báðir ungu menninir eru fluttir á landssjúkrahúsið til viðgerðar. 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tey ætla at tosa við ungu menninar seinni fyri at fáa yvirlit yvir, hvat tað var, ið hendi. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder