Innanlands

Hevði størri nøgd av hassji í viðførinum

Ein dani, sum varð tikin á Vága floghavn seinnapartin í gjár, skal grundlógaravhoyrast í dag.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-14 08:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein dani skal í dag grundlógaravhoyrast fyri at hava roynt at smugla hassj til Føroya.

Viðkomandi, sum var komin við flogfari úr Danmark, varð tikin á Vága floghavn seinnapartin í gjár stutt fyri klokkan 15.

Við sær í viðførinum hevði hann eina størri nøgd av hassji, sum verður mett at vera ætlað til víðari sølu.

Hvussu nógv talan er um, verður ikki upplýst, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan er um kilo og ikki gram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder