placeholder
Innanlands

Hevur amerikanska fregnartænastan atgongd til samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum og vinnufyritøkum?

Nú tað er komið fram, at fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) samskiftisupplýsingar um danskar borgarar, vil Kristina Háfoss hava at vita, um hetta eisini er galdandi fyri føroyskar upplýsingar

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

2020-08-28 17:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku verða munnligir fyrispurningar á skránni í tinginum. Tá ætlar Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi at seta løgmanni, Báður á Steig Nielsen, fyrispurning um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum.

Nú tað er komið fram, at fregnartænastan hjá donsku verjuni hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) samskiftisupplýsingar um danskar borgarar, vil Kristina Háfoss hava at vita, um NSA eisini hevur atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum í Føroyum. Eisini vil hon vita, hvat landsstýrið ger fyri at tryggja, at hesi ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum.

– Samstundis hava núverandi landsstýrið og samgongan samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar.
Í undanfarna valskeiði, vórðu vit landsstýrisfólk hartil kunnað um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði okkara fartelefonir, men tað var ikki greitt, hvør møguliga avlurtaði hesar, sigur Kristina Háfoss, sum í farna valskeiði var landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í viðmerking.

Spurningurin hjá Kristinu Háfoss er soljóðandi:


1. Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum í Føroyum?

2. Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikansku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum?


3. Hevur løgmaður spurt – ella fer løgmaður at spyrja – danskar myndugleikar, um danska fregnartænastan avlurtar føroyskar borgarar ella vinnufyritøkur?


4. Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum?

Munnligir fyrispurningar verða á skránni í tinginum mikudagin 2. september. Tingfundurin byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder