Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at áseta aldursmark fyri orkudrykkir, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum í svari til fyrispurning hjá Steffani Klein Poulsen, tingmanni úr Miðflokkinum.
Steffan Klein Poulsen vísti í viðmerkingum til fyrispurning sín á, at Heilsustýrið ikki heldur, at børn og ung undir 18 ár skulu sleppa at keypa orkudrykkir, og vísti hann eisini til norðurlendska kanning um nýtsluna hjá ungum av orkudrykkum.
Sum útgangsstøði eigur eitt forboð tó ikki at vera fyrsta loysnin, um onnur – minni víðfevnd – stig kunnu verða tikin, sigur Jacob Vestergaard, sum leggur afturat, at tað er gott, at brúkarar verða kunnaðir um vandarnar við nýtsluni av orkudrykkum.
Herfyri spurdi Fía Selma Nielsen, tingkvinna úr Fólkaflokkinum landsstýriskvinnuna í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hvat hon helt um, at ung undir 18 ár kunnu keypa orkudrykkir.
Eyðdis Harmann Niclasen svaraði, at hon ikki helt, at ung undir 18 ár eiga at kunna keypa orkudrykkir, og ætlar hon sær at samskifta við Jacob Vestergaard um, hvørji átøk kunnu setast í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald