2019-04-11 15:25
Í dag letur Hey handil upp á Stangavegi 53 í Klaksvík, har Nema heldur til.
Hetta er enn eitt stig, í at samantvinna fyritøkurnar í samtakinum, soleiðis at vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt útboð av vørum og tænastum innan fjarskifti, KT og KT-vørum til bæði vinnu og privatar brúkarar kring alt landið, sigur Júst í Túni Vang, stjóri á Hey og Nema.
Vit arbeiða allatíðina fyri at kunna bjóða okkara kundum nýggjar og betur tænastur. Vit fegnast tí um at kunna lata handil upp í Klaksvík., sigur Rói B. Poulsen, sølustjóri á Hey.
Í hesum sambandi hava vit nógv góð tilboð og vælumtókta eyðnuhjóli hvar fólk kunnu vinna gigabyte til sítt fartelefonhald, bæði í dag og í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald