Heykur og Falkur á ruskveiðu

Runavíkar kommuna og Faroe Origin eru við í altjóða umhvørvisátakinum

Heykur (Mynd: Runavíkar kommuna)

Heykur (Mynd: Runavíkar kommuna)

2019-11-26 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í ár avgjørdi Runavíkar býráð at verða við í ruskveiðu, sum er eitt altjóða umhvørvisátak, ið eitur «Fishing for Litter» á enskum. Átakið er nú farið av bakkastokki, og verður roynt komandi árið.

Tað er Faroe Origin, sum er við í royndini, og tvey skip hjá felagnum, skipini Heykur og Falkur, sum í fyrstu syftu hava fingið posa umborð til at koyra ruski í sum kemur frá trolinum. Skiparin á Heyki er Ivan Holm og á Falki er skiparin Jógvan Páll Hammer. Bergmann Finnsson er frá BF Konsult, sum samskipar átakið.

Ruskveiða snýr seg um, at skip skulu verða við til at minka um ruski í havinum. Trolbátar skulu samla ruskið, sum kemur í trolini í ein ruskposa, og ikki blanda tað saman við ruskið sum trolbáturin hevur annars. Tá ið trolbáturin kemur aftur til lands, verður posin lyftur yvir á bryggjuna.

Á landi verður innihaldið í posanum vigað og flokkað eftir teimum ymisku sløgunum av ruski, og síðani beint burtur á rættan hátt. Alt hetta er uttan kostnað fyri trolbátin. Havnamyndugleikin hevur ábyrgdina av ruskinum, tá ið tað er komið á bryggjuna. Tað vanliga ruski verður koyrt í ruskskipanina fyri skip á havnarlagnum.

Av tí at burturkastið verður flokkað og talt upp, ber til at fylgja við hvørji sløg av burturkasti flóta í havinum kring Føroyar. Við vitanini, sum kemur til vega í átakinum, er lættari at peika á keldurnar til burturkastið, og síðani fyribyrgja, at lutirnir enda í havinum, skrivar Runavíkar kommuna at enda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder