Hósdagin verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið heystdagur aftur á skránni í SMS. Handlarnir, sum eru á tremur við nýggjasta heystmótanum og heystvørum annars, hava opið til langt út á kvøldið, og samstundis verður nógv gott á skránni á Torginum.
Flestøll elska vit tónleik, og verða bæði livandi tónleikur og kór at hoyra í SMS hendan dagin.
Á Torginum leggur kórið LOT, sum Laila Carlsen stjórnar, fyri. Laila fær altíð lív í fólk. LOT fer á pallin kl. 17.
Klokkan 19 fer vælumtókta og dugnaliga Guðrið Hansdóttir á pall, og fer hon uttan iva at framføra løgini, ið fellur okkum øllum so sera lætt at murra við til.
Endar við mótasýning
Endabrakið á árliga heystdegnum verður ein stórfingin mótasýning, sum verður á skránni klokkan 20.
Nýggjasti heyst- og vetrarmótin 2024 verður vístur fram aftur við væl ljómandi rútmum frá DJÚS, sum diskar restina av kvøldinum.
SMS letur dyrnar aftur klokkan 22 hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald