
Í dag verður heystfagnaður í Nólsoy.
Í hesum sambandi verður alt møguligt føroyskt, heimagjørt, burðardygt, ræst, fekst, súltað og mangt annað til sølu í neystunum heima á keiini seinnapartin, saman við barnatiltøkum og filmi, sum verður vístur í kunningarstovuni. Eisini spæla lokalir tónleikarar í tjaldinum, verður upplýst í tíðindaskrivi.
Skráin:
Kl. 9.00 - 15.00 Matvørubúðin er opin
Kl. 11.00 – 15.00 Heimavirkið er opið í Avhaldshúsinum
Kl. 11.00 – 15.00 Spinna tráð við Guðrun Sundar Hansen í Petersens Pakkhúsi (gomlu kunningarstovuni)
Kl. 11.00 Sølubásarnir í neystunum lata upp og selja so leingi vøra er
Kl. 11.30 Maud og Fríðrik slakta og hagreiða flogfenað á keiini
Nólsoyarnevndin heitir í tíðindaskrivi á fólk um at hava reiðan pening við.
Í sambandi við heystfagnaðin siglir Erla Kongsdóttir eisini eykatúrar, umframt at Ternan annars siglir millum Havnina og Nólsoy sum vanligt.
Erla Kongsdóttir siglir soleiðis:
- 10.45 úr Havn og kl. 11.15 úr Nólsoy
- 13.30 úr Havn og kl. 14.00 úr Nólsoy
- 14.30 úr Havn og kl. 15.00 úr Nólsoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald