Innanlands

Heystfjøllini byrja – staksdagur í morgin

Staksdagurin í annaðkvøld er eisini endin á drúgvu skránni fyri mentanarvikuna í Sunda kommunu

Stakkurin (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Stakkurin (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-09-21 13:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin. Í morgin, leygardagin 22. september, verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru fimm veðrar at taka.

Fólk hava møguleika at koma við fyri 100 krónur, tá er døgurði í bygdarhúsinum íroknaður, hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða tveir veðrar flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, tombola er aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður árligi staksdansurin í bygdarhúsinum. Staksdagurin er eisini endin á drúgvu skránni fyri mentanarvikuna, sum hevur verið hildin í Sunda kommunu alla hesa vikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder