Innanlands

Heysthugni í Havn

Átakið verður í dag og í morgin. Handlarnir hava opið til kl. 20 í kvøld og til kl. 18 í annaðkvøld

2025-10-24 09:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýtt tiltak verður í Havn um vikuskiftið, sum kallast Heysthugni í Havn.

Tað verður lív í Havn, tá handlar, matstovur, gistingarhús, kaffihús og skeinkistovur bjóða inn á gátt við góðum tilboðum, konsertum og øðrum.

Heysthugnin verður í tveir heilar dagar, 24. og 25. oktobur, og hava handlarnir opið til kl. 20 í kvøld og til kl.18 leygarkvøldið. Eisini verður gjørligt at orðna sær jólagávurnar hesar dagarnar, tí handlarnir lata jólaumbýtingarmerki, tá keypt verður.

Hotellini hava lýst við góðum tilboðum hetta vikuskiftið, so bygdafólk, og havnarfólk, sum vilja forkela seg, kunnu fáa eitt hugnaligt vikuskifti í Havn við øllum tí, sum Havnin hevur at bjóða hetta vikuskiftið.

Aftur at góðum tilboðum verður tónleikur at hoyra og góður matur at fáa. Til ber at lesa meira um tiltakið við at fara á Facebooksíðuna Havnarlív

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder