Mentan

Heystkonsert í SALT

Leygarkvøldið 6. oktober verður Heystkonsert í SALT við nøvnum úr Froðba, Trongisvági og Tvøroyri

2018-09-29 12:33 Author image
Oda Strøm
placeholder

 

Ikki so fáir tónleikarar húsast kring fjørðin ella hava gjørt tað í styttri ella longri skeið - og fleiri teirra fara nú at geva eina konsert í SALT.

Tað eru Janus á Húsagarði, DEGO (Drós Ákadóttir, Elin Súsanna Mortensen, Gudmund Mortensen, Óli Holbæk Mortensen) Pól Arni Holm, Tróndur og Lív, Guðrun Sólja, Eyðun Nolsøe og Holbæk & Bluesgarparnir (Dennis Lave, Dávið Jacobsen, Sverri Jacobsen, Óli Holbæk Mortensen og Kristian Holbæk).

Komið og fagnið tónleikinum og SALT, leygarkvøldið 6. oktober kl. 20.00.

Atgongumerki kunnu keypast gjøgnum atgongumerki.fo, í Tangabúðin og Torgið, klædna- og búnýtishandilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder