Mentan

Heystkvøldseta á Kambsdali

Í kvøld frá kl. 19 – 21 verður árliga heystkvøldsetan í Miðnámi í Kambsdali, har m.a. tónleikaframførslur, leiklist og námsferðafilmar verða á skránni

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2019-11-12 11:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld frá klokkan 19 til 21, verður árliga heystkvøldsetan í Miðnámi á Kambsdali.

Á skránni verða m.a. tónleikaframførslur, leiklist, námsferðafilmar, evnafrøðis-show, og frágreiðingar frá lívfrøðiligum kanningum, sum næmingar hava gjørt.

Tiltakið er alment og eitt gott høvi at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða.

Familja og vinir hjá núverandi næmingum – og almenningurin annars – kunnu uppliva skúlan og virksemið í skúlanum, og starvsfólk og næmingar sleppa at uppliva skúlan á annan hátt enn vanligu skúlatímarnar.

Kaffi og køkur verða til sølu í steðginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder