2023-08-26 11:35
Fimm sjórutir springarar vórðu um 11 tíðina hildnir til í Hvannasundi.
Jens Jensen, sýslumaður sigur, at talan ikki er um rissospringararnar, sum vórðu at síggja í Árnafirði í morgun.
Drápið gekk skjótt fyri seg, og býtt verður millum tey, sum luttóku í drápinum. Tríggir bátar luttóku í rakstrinum og nøkur fá fólk vóru á sandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald