2024-05-28 08:20
Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan frá fólki, ið vóru umborð á einum báti í Nólsoyarfirði.
Tey hildu seg hava sæð eina grind, og gjørdu, sum man eigur at gera í slíkum støðum: Góvu boð um hetta.
Tað vísti seg tó, at talan ikki var um eina grind. Heldur var tað sreymasjógvur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Umleið klokkan hálvgum sjey í gjár var eitt mál í høvuðsstaðnum. Harðskapur varð fráboðaður.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun fær tó ikki sagt nakað meira um málið í løtuni. Tað verður kannað nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald