2023-10-05 06:55
Í gjárkvøldið hildu hvalbingar seg síggja eina neyðrakett út móti Lítlu Dímun.
Fráboðanin kom til MRCC beint eftir klokkan 20. Ongi skip vóru á leiðini tá fráboðanin kom, og heldur ikki komu onnur boð um ella frá nøkrum, sum var í neyð.
Kortini fór bjargingarbáturin í Hvalba, Royndin, út at kanna umstøðurnar. Leitað var í okkurt um ein tíma, men onki varð funnið, boðar Vørn frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald