
Fyrrverandi stjórin hjá Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, er settur í starv sum samferðslustjóri í Ærø kommunu í Danmark.
Hilmar Eliasen var stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins frá 2014 til 2022. Eftirfylgjandi hevur hann verið løgfrøðiligur ráðgevi hjá grønlendska Nukissiorfiit. Hann tekur við nýggja starvinum á Ærø 1. desember, skriva miðlarnir TV2 Fyn og Maritime Danmark.
– Sum nýggjur samferðslustjóri síggi eg fram til at standa á odda fyri samlaða flutninginum á Ærø, har vit bæði varða av siðbunda ferjurakstrinum og lokalu ferðsluni á oynni. Samstundis skulu vit seta kósina móti grønari og meira framtíðartryggjaðum flutningi, sigur Hilmar Eliasen.
– Við Hilmar fær Ærø ein samferðslustjóra, sum hevur nógvar royndir og eina sterka strategiska fatan av bæði rakstri og menning, sigur Allan Krogh Filtenborg, kommunustjóri á Ærø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald