Hittast aftur klokkan eitt

Samráðingar hava verið í morgun millum CEF-flokkarnar um at skipa landsstýrissamgongu. Nú eru flokkarnir farnir í tingbólkarnar at viðgera støðuna og hittast aftur aftan á døgurða

Teir tríggir flokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava tosað saman í morgun um møguleikan at skipa landsstýrissamgongu. Í løtuni er tingfundurin niðurlagdur, men tær ætla at hittast aftur eftir døgurða. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-14 11:32 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Samgongusamráðingar hava verið millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, men tær slitnaðu í gjárkvøldið orsakað av ósemju um ríkisveitingina.

Í morgun hittust umboð fyri Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn at viðgera møguleikan at skipa samgongu millum somu flokkar, sum vóru í samgongu árini 2015 til 2019. Trý fólk vóru fyri hvønn flokk.

Fyri løtu síðan varð fundurin niðurlagdur, og flokkarnir eru farnir hvør til sítt at viðgera støðuna. Teir hittast so aftur klokkan eitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder