Innanlands

Hjálparpakki skal samtykkjast, men broytingar verða gjørdar

Tingið hevði í dag fyrstu viðgerð av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-04 22:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annar hjálparpakki frá landsstýrinum var í dag til viðgerar í tinginum, og er nú farið í nevnd, og skal til aðru viðgerð mánadagin.

Ein partur av hjálparpakkanum er at fyritøkur kunnu fáa stuðul upp á 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir. Tíðarskeiðið er apríl, mai, og juni, og er galdandi fyri fyrotøkur sum hava mist helvtina ella meira av umsetninginum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Men nakrar broytingar verða gjørdar. Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevndini, sigur við útvarpið í kvøld, at endurgjaldið fyri útreiðslur helst verður stigvíst, so tað fevnir breiðari.

Hetta verður uttan iva ikki seinasti hjálparpakkin, tí stóru fyritøkurnar í landinum eru ikki fevndar av teimum báðum, sum higartil eru lagdir fram. Bæði í ferðavinnuni og í fiskivinnuni.

Tingfundur er lýstur at vera klokkan 14 mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder