Hjálparpakki 2, sum landsstýrið kom við fríggjadagin varð í kvøld endaliga samtyktur í løgtinginum.
Tað merkir millum annað, at fyritøkur sum eru raktar av koronakreppuni fáa fíggjarligan stuðul til rakstur.
Broytingar eru gjørdar í uppskotinum frá landsstýrinum. Millum annað eina meira stigvísa skipan, soleiðis at fyritøkur ið hava afturgongd í umsetninginum á 60%-100% fáa stuðul á 75% av skjalfestum føstum útreiðslum, og fyritøkur, ið hava afturgongd í umsetninginum á 40%- 60% fáa stuðul á 40% av skjalfestum føstum útreiðslum.
Eisini fáa fyritøkur sum hava sjálvstøðugar rakstrareindir, stuðul til eindirnar. Sjálvstøðug rakstrareind er ein eind, sum hevur sjálvstøðugan innanhýsis roknskap og sum er staðsett á ávísum geografiskum stað, t.d. við tilvísing til serlig leigumál ella adressu.
Eisini ber til hjá nýstovnaðum fyritøkum, sum hava at fáa stuðul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald