Innanlands

Hjálpin til ferðavinnuna kemur upp á pláss í hesari vikuni

Løgmaður fer væntandi at kunna um hjálparpakkan á tíðindafundi í morgin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-27 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Ætlanin er at leggja ætlanirnar hjá landsstýrinum fram fyri almenninginum seinni í hesari vikuni, og at leggja lógaruppskot fyri løgtingið í komandi viku.

Soleiðis skrivar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í aftursvari til tingkvinnuna Bjørt Samuelsen, sum hevur sett løgmanni skrivligar spurningar um hjálp til ferðavinnuna og fyribyrging av arbeiðsloysi í kjalarvørrinum av kreppuni, sum ferðavinnan er komin í.

Enn hevur landsstýrið ikki kallað inn til tíðindafundar, men Portalurin veit, at tíðindafundur verður í morgin, hósdagin, og sambært svarinum hjá løgmanni fer hann at kunna um serliga hjálparpakkan til ferðavinnuna tá.

Løgmaður skrivar í svarinum, at landsstýrið hevur arbeitt ítøkiliga við at veita ferðavinnuni hjálp, og sigur, at uppskotini, sum nú er um at vera klár ”hava við sær, at ferðavinnufyritøkurnar kunnu klára seg ígjøgnum koronakreppuna og vera klárar, tá ið gongd kemur aftur á ferðavinnuna”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder