placeholder
Innanlands

Hjálpin til koronarakt samtykt í løgtinginum

Løgtingið samtykti í gjár einmælt uppskotini um at tryggja dagpengar til arbeiðsfólk og fyritøkur, ið eru rakt av covid-19

2020-08-14 07:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eit samt løgting samtykti í gjár lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, fyrr í vikuni bar Løgtinginum.

Umframt at tryggja dagpengar til arbeiðsfólk og dagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við covid-19 ella verða sett í sóttarhald, eru eisini aðrir batar, sum skulu minka um avleiðingarnar av covid-19-støðuni.

Eisini teir fólkapensjonistar, sum í vár hava fingið lønarískoyti, tí teir vóru heimsendir orsakað av covid-19, fáa aftur rætt til lønarískoyti. Við hesum verða arbeiðandi fólkapensjonistar og sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar javnsettir við tey, sum eru í tíðaravmarkaðu covic-19 stuðulsskipanini hjá ALS.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at løgtingið stendur saman um broytingarnar.

- Í hesi støðuni stremba vit øll eftir tí sama málinum, sum er, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst, og at vit kunnu varðveita eitt sterkt vinnulív, sigur landsstýriskvinnan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder