Innanlands

HMU Lovsongur hevur givið sítt fyrsta staklag út

Nýggi bólkurin er samansettur av nógvum ungdómi kring landið, sum eru knýtt at Heimamissiónini. Talan er um sálm, sum Jákup Dahl týddi fyri 100-árum síðani, ið hevur fingið eina fríska og nútímans ljóðmynd

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-26 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein nýggjur lovsongsbólkur hevur nú sæð í dag dagsins ljós í Føroyum. Talan er um HMU Lovsongur.

HMU stendur fyri Heimamissiónsungdómur, og tey ellivu sum syngja og spæla í bólkinum, umframt tey ið virka rundanum, eru øll í ymsan hátt knýtt at Heimamissiónini og samkomum kring landið.

Trúboðin skrivar, at fyrsta staklagið er komið út. Talan er um eina nýtulking av hinum vælkenda sálminum “Mín Jesus, lat mítt hjarta fá.”

- Sangurin, ið varð tikin upp á 17+ leguni í august, hevur fingið eina fríska og nútímans ljóðmynd, men varðveitir samstundis tann sterka og einfalda boðskapin, sum er í tí aldargamla sálminum. Bólkurin vónar, at útgávan fer at verða til signingar og uppbyggingar, og at orðini, ið hava ljóðað á føroysku klettunum í eina øld – júst 100 ár eru liðin, síðani Jákup Dahl yrkti tey í 1925 – nú aftur kunnu fáa nýtt lív og av nýggjum seta rót í hjørtum føroyinga.

Tey í bólkinum vilja fyrst og fremst vísa á Jesus Kristus. Fleiri av teimum eru roynd innan tónleik - summi eru nakað yngri.

Ein av sangarunum, sum eisini hoyrist nógv í Mín Jesus, lat mítt hjarta fá" er Anton í Liljudali (fyrr Liljedahl). Ein vælkend rødd í Føroyum, tí hann lat fitt av tilfari út, áðrenn hann fór undir guðfrøðilesnað.

HMU Lovsangur: 
Anton í Liljudali – kassagittari & vokal
Fríðunn í Liljudali – vokal
Teitur Poulsen – vokal
Sanna Hentze Davidsen – vokal
Helena Sunnsker – vokal
Dávid Olsen – trummur
Ámundur Berthelsen – slagverk
Jónas Thomsen – bassgittari
Jón Rói Høgnesen – kassagittari
Einar Poulsen – ravmagnsgittari
Hallur Reynslág – ljómborð 

Ljóðtøkningarnir vóru Kristinn Akursmørk, Salomon Skorastein og Jóhannes Berthelsen. Framleiðslan er gjørd av Antoni í Liljudali og Símuni Dam, ið eisini hevur ljóðblandað lagið, skrivar Trúboðin.

Sangurin hevur eisini verið ein túr í USA og vent. Tað er  Drew Lavyne, ið millum annað hevur vunnið Grammy fyri arbeiði sítt við Elevation Worship, hevur staðið fyri sonevndu masteringini.

“Mín Jesus, lat mítt hjarta fá" hoyrist ovast umframt á Youtube og Spotify

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder