Mentan

Hodgson: Eg mátti koma aftur

– Føroyar er mítt sterkasta minni í langari tónleikakarrieru, sigur Roger Hodgson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-11 19:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Roger Hodgson er aftur í Føroyum. Hesaferð gekk ferðin til Føroya sum smurt. Seinast hann var her, var hann seinkaður í tveir dagar orsaka av veðri.

Í 2006 fleyg Roger Hodgson fleiri ferðir til Føroya, men lendi ikki fyrr enn seint leygarkvøld. Hann var flogin til Klaksvíkar í tyrlu og hevði framførslu tíðliga sunnumorgun. Løtan var gandakent og stendur sterk í minninum á fólki, sum vóru til staðar.

Eisini fyri Roger Hodgson var ferðin og framførslan í Føroyum í 2006 heilt serstøk.

– Føroyar er mítt sterkasta minni í einari langari tónleikakarrieru, sigur hann.

Roger Hodgson sigur, at hann hevði ikki ætlað sær at spælt, tá ið hann kom so nógv seinkaður til Føroya í 2006, tí hann var ikki vísur í, at hann orkaði at syngja. Men tá ið hann sá fólkini bíða eftir sær, bleiv hann rørdur og broytti hugsan.

Hann hevði í fleiri ár sagt, at hann mátti koma aftur til Føroya at vitja, og hann er sera fegin um at hava fingið møguleikan aftur.

– Upplivingin seinast hevur skapt eitt serligt samband millum meg og Føroyar, sigur Roger Hodgson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder