2025-07-11 12:39

Gongd er komin á við at leingja Høganesvegin á Toftum við 180 metrum.
Avgrevsturin er gjørdur av umleið helminginum, sigur Nes kommuna.
Ætlanin er at fáa til vega sjey sethúsagrundøki niðan fyri vegin, meðan tað verður møguleiki til eitt íbúðarøki á umleið 4000 fermetrar oman fyri vegin.
Falkon ger arbeiðið, meðan LBF hevur eftirlitið fyri Nes kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald