Innanlands

Høgni Hoydal: - Korruptir tingmenn lóggeva fyri egnum áhugamálum

Ógvusligt orðaskifti á tingi – løgtingsformaðurin hevðist at Høgna Hoydal fleiri ferðir

Høgni Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-24 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjakið gongur heitt í løgtinginum í dag, nú tvey fiskivinnumál eru til viðgerðar, ávikavist sjófeingislógin og málið at skatta sølu av veiðirættindum

Serliga er tað Tjóðveldi, sum rópar við stórum stavum ímóti ætlanini hjá landsstýrinum.

Høgni Hoydal, floksformaður og fyrrverandi landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur sett sær fyri at fara langt fyri at ávara ímóti ætlanunum hjá landsstýrinum.

So langt, at hann ikki himprast fyri at skuldseta starvsfelagar á løgtingi fyri at arbeiða fyri egin áhugamál, har avgerðirnar verða stýrdar av grammleika og egináhugamálum.

Hann nevndi fólkafloksmenninar Jákup Mikkelsen og Christian Andreasen sum tvey dømir, sum við hesum lógarpakka lóggeva milliardavirðir beint niður í lumman hjá feløgum, sum teir umboða ella standa teimum nær.

- Eg kann nevna fleir dømir um ódámligan grammleika og egináhugamál, sum eru upp á spæl í hesum døminum. Og eg kann eisini nevna tað uttan fyri tingsalin, segði Høgni Hoydal.

Politikari kann ikki sakarsøkjast fyri tað, ið sagt verður av tingsins røðarapalli, men við at bjóða seg til at endurtaka pástandirnar uttan fyri tingsalin, leggur Høgni Hoydal eisini upp til at saksøkja seg.

Eitt av tingfólkunum, Jaspur Langgaard, vildi líka sum hava Høgna Hoydal til at endurtaka sínar skuldsetingar, og spurdi um hann veruliga meinar, at tingmaðurin Christian Andreasen er korruptur?

- Ja, tað er tað, sum eg meini. Christian Andreasen og aðrir lóggeva soleiðis, at ovurstór virði verða latin til feløg, sum hann umboðar. Tað eru fleiri her á tingi, sum her arbeiða fyri egin áhugamál og áhugamál hjá teirra nærmastu ella feløgum, sum standa teimum nær, segði Høgni Hoydal.

Fleiri tingfólk settu formanni Tjóðveldis uppklárandi spurningar, og í hesum orðaskifti hevði lgtingsformaðurin fleiri ferðir at Høgna Hoydal og heitti á hann um at vanda sær um orðini og vísti á, at nógv av tí hann segði mátti átalast, tí ”farið varð út um mark”.

Fylg orðaskiftinum á tingi her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder