- Eg havi ikki ætlanir at banna springaradrápi, ið er loyvt og skipað sambært grindalógini.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til grein 52a fyrispurning frá Kaj Leo Holm Johannesen, tingmann, sum spurdi um springaradráp.
Høgni Hoydal vísur á hendingina sum hevur verið frammi í sambandi við at omanfyri 200 springarnar vórðu hildnir til og løgdu beinini í Hvalvík herfyri.
- Flestøll eru samd um, at hesar myndir hava lýst sera vánaliga framferð og óneyðuga pínslu í sambandi við at taka lívið av einum springara. Hetta er at harmast almikið um, og allir partar, sum varða av grindadrápi, vilja gera alt fyri at forða fyri slíkum einstøkum hendingum, og annars støðugt at betra um drápshættir, fyriskipan og mannagongd í sambandi við at halda grindahvali og springara til, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.
Høgni Hoydal sigur víðari, at tað er altumráðandi at vit í øllum lutum standa fast um rættin at veiða og heysta úr havsins tileingi.
- Um vit fara at stigbenda ymsa burðardygga veiði og nýtslu av havsins tilfeingi, alt eftir, hvussu ymisk djór verða flokkað og lýst hjá ymsum felagsskapum, og ofta í filmsídnaðinum í Hollywood ella í altjóða miðlum sum “serligari” ella “fittari” enn onnur, so máa vit undan grundarlagnum fyri okkara møguleikum og rættindum at gagnnýta náttúrutilfeingi, sigur Høgni Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald