Innanlands

Høgravíðgongdur 43 ára gamal týskari stóð fyri illgerðini í Hanau

Hatur móti tilflytarum og fremmandafólki fekk mannin at drepa nýggju fólk umframt seg sjálvan og mammu sína

Týska blaðið Bild hevur kunngjørt hesa myndina av deyða drápsmanninum

Týska blaðið Bild hevur kunngjørt hesa myndina av deyða drápsmanninum

2020-02-20 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum í gjárkvøldið skeyt og drap níggju fólk í týska býnum Hanau umframt seg sjálvan og mammuna, var ein 43 ára gamal týskari. Sambært Bild eitur maðurin Tobias Rathjen.

- Alt bendir á, at hann gjørdi hetta út frá einum rasistiskum og høgravíðgongdum motivi. Hann var ímóti fólkum við aðrari bakgrund, trúgv ella útsjónd, segði Angela Merkel á einum tíðindafundi í dag.

Merkel staðfesti, at týskir myndugleikar nú fara at gera alt fyri at fáa greiði á, hvat og hví hetta hendi.

- Rasisma er eitt eitur. Hetta eiturið finst ímillum okkum, segði Merkel.

Maðurin var í nátt funnin deyður í heimi sínum saman við deyðu mammuni. Sambært Peter Beuth, innanríkisráðharra, vórðu tey funnin við skotsárum. Løgreglan fann eisini eitt skotvápn heima hjá manninum.

Innanríkisráðharrin upplýsti eisini, at maðurin frammanundan ikki varð kendur av løgregluni.

Fleiri miðlar hava eyðmerkt mannin, sum undan illgerðini legði ein film út á YouTube og eitt manifest út á egna heimasíðu.

Í filmsklippinum vísir hann á svikaráð sum eitt amerikanskt eftirlitsfelag fremur. Sambært manninum, hevur felagsskapurin heilavaskað og pínt børn. Manifestið ella yvirlýsingin er eitt samanbland av samansvørjingarástøðum og persónligum søgum, har maðurin millum annað eggjar til fólkamorð móti fleiri ikki-vesturlendskum fólkasløgum, skrivar NRK.

Týska DPA-tíðindastovan skrivar, at maðurin skal hava lagt eitt bræv eftir seg, har hann játtar tað hann hevur gjørt og ein film, sum er nógv longri enn brotið, sum eitt skifti lá alment á YouTube.

Í filminum úttalar maðurin seg sera neiliga móti tilflytarum frá arabiskum londum og Turkalandi. Hann vísir eisini á, at Týskland verður stýrt av einum valdsmiklum loyniligum felagsskapi.

Fleiri vitni hava upplýst, at maðurin skeyt móti fólkunum úr einum bili, sum síðan rýmdi.

Løgreglan hevur upplýst, at tað vóru upplýsingar um bilin, sum førdu tey til heimabústaðin, har tey funnu mannin og mammuna deyð.

Sambært Bild liggur bústaðurin nærhendis aðra av kaffistovunum, sum hann skeyt móti.

98.000 fólk búgva í Hanau, sum liggur um 25 kilometrar eystan fyri Frankfurt am Main. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder