Mentan

Holocaust: Øll kunnu gerast bøðlar

Serligur týskur filmur um ein serligan fund 20. januar 1942, verður at síggja í Filmsfelagnum mikukvøldið

2023-01-19 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Upp undir altjóða Holocaustdagin í ár, hevur Filmsfelagið heitt á Honnu Jensen, at innleiða nýggja týska spælifilmin ”Die Wannseekonferenz”, sum felagið vísir í Havnar Bio mikudagin 25. januar.

Týski spælifilmurin “Die Wannseekonferenz” fylgir tíðarrætt protokollini hjá Adolf Eichmann, tá Reinhard Heydrich hin 20. januar 1942 hevði bjóðað fimtan av fremstu nazistum til morgunmatar í Villa Marlier við Wannsee í Steglitz-Zehlendorf býarpartinum í Berlin.

Afturvið siðiligu innkallingini og vælskipaða fundinum í vøkru húsunum, var eittans mál á skránni: Hvussu beina vit fyri teim 11 milliónum jødunum í Evropa.

Leikstjórin Matti Geschonneck, sum er føddur í eysturtýska býnum Potsdam í 1952, lýsir arkitektarnar, sum á morgunmatarborðinum teknaðu skipanina Holocaust.

Leiklistarligu nútíðarørindini eru ikki at halda teir fram sum ódjór. Tvørturímóti eygleiða vit heilt vanlig menniskju, sum í samtíðini eru í trúnaðarstarvi hjá røttu ráðharrastovuni. Og júst av hesi vælskipaðu orsøk, fara vit skjótt at fata persónarnar sum arbeiðslig ódjór. Verður væl skipað fyri, kunnu øll fáast at verða bøðlar.

Pápi leikstjóran, Erwin Geschonneck, var kendur antinazistur og sjónleikari, sum kom undan við lívinum, hóast hann var í trimum nazistiskum kz-legum: Sachsenhausen, Dachau og Neuengamme. Í Eysturberlin var hann millum kendastu í leikum hjá Bertolt Brecht, og finska navnið fekk sonurin í 1952 úr leikinum ”Herr Puntila und sein Knecht Matti”.

Ummælarar siga um nýggja filmin hjá Matti Geschonneck, at Wannseefundurin, ‘The Conference’ á enskum, verður ein kalligur leikur, sum stillisliga vindur seg upp úr fundarbókini til eitt eitrandi meistaraverk, ið er eyðkennið fyri gott kamarspæl.

Philipp Hochmair hevur fundarleiðsluna sum hin sjarmerandi Heydrich. Eitt meistarligt avrik eins og í øllum hin førum, har vit síggja fremstu týsku leikarar í søguligu leiklutunum. Umframt Hochmair sum Heydrich, síggja vit Johannes Allmayer sum Eichmann. Aðrir leikarar eru Maximilian Brückner, Matthias Bundschuh og Fabian Busch.

Umframt henda biograffilm er Wannseefundurin fyrr gjørdur til týskan sjónvarpsfilm í 1984 og bretskan sjónvarpsfilm, ‘Conspiracy’, í 2001.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar og fara fram mikukvøld í Havnar Bio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder