![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
295 smittutilburðir eru nú staðfestir í Føroyum, og verður sæð burt frá 32 koronasmittaðum útlendingum, sum eru farnir úr Føroyum aftur, eru 70 fólk smittað í løtuni.
Ein teirra hevur í vikuni hjálpt til í sambandi við Faroe Islands Handball Cup í Vági. Tað sigur Bogi Mortensen, høvuðsfyrireikari, við Útvarpið. Feløg og foreldur hava fingið boð um støðuna.
Uml. 400 børn og ung luttóku í kappingini 4. og 5. august.
Smittaði persónurin kannaði seg, eftir at viðkomandi hevði verið í privatari veitslu í høvuðsstaðnum, har fleiri vórðu smittaði. Viðkomandi hevur arbeitt saman við fýra øðrum vaksnum, sum tó ikki hava fingið staðfest smittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald