Mentan

Hondskrivaður tekstur hjá The Beatles seldur fyri milliónir

Ein hondskrivað versión av sangtekstinum til "Hey Jude", varð fríggjadagin seld á serstakari The Beatles uppboðssølu

Hesin teksturin varð seldur fyri fleiri mió. krónur fríggjadagin (Mynd: Julien's Auctions)

Hesin teksturin varð seldur fyri fleiri mió. krónur fríggjadagin (Mynd: Julien's Auctions)

2020-04-11 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð ein hondskrivaður tekstur hjá Paul McCartney seldur á uppboðssølu fyri 910.000 dollarar (6,2 mió. í okkara krónum).

Talan er um tekstin til hittlagið "Hey Jude" hjá The Beatles.

Endaligi søluprísurin var níggju ferðir hægri enn upprunaliga metingin.

Auktiónshúsið Julien's Auctions skipaði fyri serligari "The Beatles uppboðssølu" í sambandi við, at tað fríggjadagin vóru júst 50 ár síðina, at limirnir í heimskenda bólkinum fóru hvør til sítt, skrivar Ritzau.

Millum teir lutir, sum vórðu seldir á uppboðssøluni, sum, orsakað av koronasmittuni, gekk fyri seg á netinum, vóru eisini ein tekning og eitt øskubikar.

Tekningina høvdu John Lennon og kona hansara, Yoko Ono, teknað, og hon varð seld fyri næstan 94.000 dollarar (641.000 krónur).

Øskubikarið var eitt, sum trummuspælarin, Ringo Starr, hevði brúkt í upptøkuhølunum í London, og tað varð selt fyri 32.500 dollarar (uml. 221.000 krónur).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder