Uttanlands

Hong Kong letur upp aftur

Seinastu vikurnar hevur dagliga talið á nýggjum smittutilburðum verið lágt, og eingin tilburður er staðfestur seinastu 11 dagarnar

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam (Mynd: EPA)

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam (Mynd: EPA)

2020-05-08 21:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eisini í Hong Kong tykist smittuspjaðingin at vera steðgað.

Seinastu vikurnar hevur dagliga talið á nýggjum smittutilburðum verið minni enn tíggju, og seinastu 11 dagarnar er eingin tilburður staðfestur.

Orsakað av góðu gongdini í Hong Kong, kunnu skeinkistøð, biografar, venjingarmiðstøðir og vælverustovur nú lata upp aftur, tó verða ymiskar avmarkingar.

Skeinkistøð sleppa ikki at loyva líka nógvum kundum inn í senn, og 1,5 metrar skulu vera millum hvørt borð. Live tónleikaframførslur og dansur er ikki loyvt.

Áðrenn fólk sleppa inn í eina venjingarmiðstøð, skal fepurin mátast í durinum, og stór frástøða skal vera millum yogamátturnar. Biografar og hárfríðkanarstovur skulu eisini syrgja fyri frástøðu, fepurmáting og at reinførið er í lagi.

Dansistøð og náttklubbar sleppa tó ikki at lata upp enn, tí myndugleikarnir meta, at smittuvandin har er ov stórur.

Mentanarlívið í Hong Kong lat aftur fyrst í apríl, tá næsta smittubylgjan rakti Hong Kong, tá nógviir íbúgvar, sum høvdu verið og ferðast í Evropa og Norðuramerika, bóru smittuna við sær.

Í Hong Kong eru tilsamans 1.045 smittutilburðir skrásettir, og fýra fólk eru deyð. Í Hong Kong búgva uml. sjey mió. fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder