Uttanlands

Hong Kong: Vinnulívsmaðurin Jimmy Lai fær 20 ára fongsulsrevsing

Stovnarin av miðlinum Apple Daily, sum hevur funnist at kinesisku stjórnini er funnin sekur í at hava samstarvað við útlendsk vald

Jimmy Lai (Mynd: EPA)

Jimmy Lai (Mynd: EPA)

2026-02-09 16:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Navnframi vinnulívsmaðurin Jimmy Lai hevur í dag fingið 20 ára fongsulsrevsing.

78 ára gamli Lai stovnaði miðilin Apple Daily, sum fanst hvassliga at kinesisku stjórnini og stuðlaði fólkaræðisrørsluni, sum elvdi til stór mótmæli í Hong Kong í 2019 og 2020. Virksemið hjá Apple Daily steðgaði í 2021.

Í desember varð Lai funnin sekur í í tveimum førum at hava samstarvað við útlendsk vald. Hann hevur sitið avbyrgdur í fongsli í áravís og er eisini dømdur í fleiri øðrum málum. Hann hevur noktað seg sekan í ákærunum, skrivar Ritzau.

Í 2020 varð vinnulívsmaðurin skuldsettur fyri at hava brotið umstríddu trygdarlógina, sum stutt frammanundan varð sett í gildi í Hong Kong.

Rættarmálið móti Lai er av mananrættindafelagsskapum umrøtt um eitt banahøgg móti pressufrælsinum í Hong Kong.

Fleiri lond, harímillum Stórabretland og USA, siga, at rættarmálið móti Lai er politiskt motiverað og hava heitt á myndugleikarnar í Hong Kong um at leyslata Lai.

Kina hevur víst atfinningunum aftur, og myndugleikarnir í Hong Kong siga, at rættarmálið einki hevur við talu- ella pressufrælsi at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder