Innanlands

Hópfígging eitt ár í dag

Seinasta árið eru 11 verkætlanir fullfíggjaðar, og fólk hava latið tilsamans 1.485.607 krónur í stuðli

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-08 17:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag er eitt ár síðan at Hópfíggingarportalurin var kunngjørdur. Hópfígging, varð lýst sum tann nýggja føroyska fíggjarloysnin, tá ið portalurin 8. oktober 2019 bleiv tikin í nýtslu. Nú eitt ár eftir, kann ikki sigast annað, enn at fólk hava tikið væl ímóti Hópfíggingarportalinum.

Síðsta árið hevur víst, at ein veruligur tørvur var á hesari loysnini; Hópfígging, á enskum crowdfunding, sum tey flestu kenna frá øðrum portalum so sum, Kickstarter, Boomerang, GoFundMe o.s.fr.

Frá fyrsta degi at Hópfíggingarportalurin varð kunngjørdur var áhugin sera stórur, og bert 30 tímar eftir, at hópfíggingarportalurin var almannakungjørdur, varð tann fyrsta verkætlanin fullfíggjað. Tað var verkætlanin hjá Breyðvirkinum, ið søkti um 80.000 krónur til ein ovn, fyri at síðan at fara í gongd við teirra virksemi.

Hetta síðsta árið eru heili 11 verkætlanir blivnar fullfíggjaðar, tað hevur verið spennandi at fylgt við hesum ymisku verkætlanum og áhugavert verður at fylgja við gongdini hjá hesum verkætlanum í framtíðini.

Hópfíggingarportalurin hevur givið eitt gott íkast til vinnulívið í Føroyum. Vísast kann til, at nakrar av hópfíggingarverkætlaninum hava beinleiðis virkað sum startskot fyri nýggjum fyritøkum, og hetta kunnu vit øll fegnast um.

Tað eru 11 verkætlanir, sum hava fingið fígging umvegis Hópfígging. Heili 1.880 føroyingar hava stuðlað verkætlanum, og tilsamans eru stuðulstilsagnir komnar uppá 1.485.607 krónur. Tað hava í alt verið 17 verkætlanir á hopfigging.fo, sostatt eru 65% av verkætlanum, ið eru blivnar fíggjaðar.

Íverksetarahúsið hevur saman við Vinnuframa og Visit Faroe Islands tikið stig til hópfíggingarportalin í Føroyum. Tað er Íverksetarahúsið, sum umsitur portalin í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, ið hevur ment portalin. Endamálið við Hópfígging er stuðla uppundir og menna íverksetan í Føroyum við at geva íverksetarum eina nýggja fíggjarloysn og at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggarum at finna hvønn annan.

Hópfígging virkar soleiðis, at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan er vælkomin at leggja sítt hugskot út á hópfíggingarportalin og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan. Verkætlanareigarin kann lýsa sína verkætlan á portalinum ígjøgnum tekst, myndir, video osfr. Hetta ger tað lætt og ómakaleyst at deila verkætlanina á teimum sosialu miðlunum.

Við Hópfígging ber til at fáa verkætlanina fíggjaða, ígjøgnum smærri mongdir av kapitali frá fleiri íleggjarum/stuðlum. Hetta ger tað somuleiðis møguligt hjá einum og hvørjum at stuðla, teimum verkætlaninum, sum fangar teirra áhuga. Portalurin virkar soleiðis at ein og hvør við einum góðum hugskoti til eina verkætlan er vælkomin at senda sítt hugskot til hópfíggingarportalin, og soleiðis søkja fígging til sína verkætlan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder