Vesturskin byrjaði í morgun, og fyrsta tiltakið á mentanarvikuni í Vágum var morgunsvimjing í Fosshyli í Sandavági. Hópin av fólki høvdu leitað sær norð í Fosshyl, har bæði vaksin og børn fingu sær eitt frískligt morgundip, og morgunmatarskál frá Matbitanum við Elsu Sandberg Nielsen omaná.
Sí fleiri myndir her.
Nógv tiltøk eru á skránni í dag:
12.00 – 18.00 Listasýning við Bjørk Gudmundsen / Fiskastykkið, Sandavágur
14.00 Søguforteljing í Hentzar’sa handli / Sandavágur
Rakel Helmsdal lesur nýggju bókina "loftar tú mær? – ein blíð søga um deyðan".
15.00 – 18.00 Afternoon tea á Magenta – Gamla hotellið / Miðvágur
15.00 – 18.00 List úr Vatnsoyrum / Gamla fjósið, Vatnsoyrar
Lydia Nielsen og Pól Skarðenni sýna listaverk.
Kórið ‘Fljóðljóð’ framførir nøkur løg.
16.00 – 19.00 Listasýning í SOR-bygninginum / Sørvágur
Jana Johnhardsdóttir sýnir listaverk.
Spjaldur sýnir plakatir.
18.00 Filmssýning ‘Verkir’ / Marghøllin,Sørvágur
Føroyskur dokumentarur eftir Karinu og Theresu Jákupsdøtur um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftir fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahúsið. (70 min.) Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
20.30 Sólseturskaffi í Gásadali
Møtt verður við Gásadalsgarð haðani gingið verður niðan á eggina til kaffi og harmonikutónar. Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur løg.
Sí skránna fyri alla vikuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald