2020-07-06 10:57
Í gjár eftirlýsti løgreglan ein silvurlittan Toyota Yaris.
Løgreglan heitti á fólk um at seta seg í sambandi við tey, um tey sóu bilin, sum hevði nummarplátuna PE 920.
Og bilurin varð skjótt funnin.
– Hann kom afturíaftur fyri tveimum tímum síðani, og har var eingin skaði hvørki innan ella uttan, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at lyklarnir ikki vóru í, og má eigarin tí gera brúk av einum eykalykli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald