2020-09-29 17:21
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú skulu ferðafólk sjálvi gjalda fyri at verða kannað fyri korona við komu til Føroya.
Í dag varð uppskotið hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi einmælt samtykt í løgtinginum.
Øll 26 tingfólk í salinum atkvøddu fyri.
Gjaldið, sum ferðafólkini koma at gjalda fyri kanningarnar er 312 krónur sambært Kringvarpinum.
Lógin kemur í gildi hósdagin 1. oktober, og fer hon úr gildi aftur 1. januar næsta ár. Hon er galdandi fyri øll ferðafólk yvir 12 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald