Innanlands

Hósdagin verður ríkisfundur á Marienborg

Tá hittast leiðararnar í ríkisfelagsskapinum Mette Frederiksen, Múte Morup Egede og Bárður á Steig Nielsen

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2021-06-08 16:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin hittast teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, Múte Borup Egede, og Bárður á Steig Nielsen á árliga ríkisfundinum á Marienborg.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í tíðindaskrivi.

Eftir ríkisfundin verða uttanríkis- trygdar- og verjumál viðgjørd, og á tí fundinum verða umframt teir tríggjar stjórnarleiðararnar, eisini Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Pele Broberg, landsstýrismaður í vinnu-, handils-, uttanríkismálum, Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Trine Bramsen, verjumálaráðharri.

Eftir fundirnar verður skipað fyri tíðindafundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder