Innanlands

Hotel Brandan hevur fingið serliga umhvørvisgóðkenning

Hotel Brandan er fyrsta hotell og ráðstevnustað í Føroyum, sum hevur fingið Green Key-góðkenning

Pætur Trónd Hansen, hotelstjóri, við grøna lyklinum

Pætur Trónd Hansen, hotelstjóri, við grøna lyklinum

2020-09-25 16:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Green Key er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni. Hotel Brandan ynskti frá byrjan at fáa hesa góðkenning:

- Framtíðarkundin verður meira tilvitaður um at keypa frá veitarum, ið hava umhvørvið í huga. Tí hevur tað verið alneyðugt hjá okkum at fáa hesa góðkenningina.

Tað sigur Pætur Trónd Thomsen, hotellstjóri hjá Smyril Line. 

Tá ið Hotel Brandan varð sniðgivið, bleiv dentur lagdur á tað føroyska. Føroysk mentan og føroysk list eyðkenna alt konseptið. Men Smyril Line vildi eisini bjóða gestunum eitt burðardygt uppihald í burðardyggum umhvørvi.

- Alt hettar halda vit hevur eydnast sera væl, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Fyri at fáa altjóða umhvørvisgóðkenningina hevur Hotel Brandan gjørt skipanir, sum skilja alt burturkast; m.a. við at máta matoyðsl. Og fyri at spara orku brúkar hotellið fjarhita, orkuvinaligan útbúnað og einki annað enn LED-ljós. Hartil hava øll vindeyguni trídupultar rútar.

Á hotellinum fæst bara gott, føroyskt kranavatn heldur enn vatn í fløsku. Eingin einnýtisborðbúnaðar verður brúktur, og sápan á kømrunum er 100 prosent umhvørvisgóðkend. Serstakt er, at lyklakortini til kømrini eru úr bambusi. Tey eru FSC-góðkend, sum merkir, at fyri hvørja brúkta bambus-plantu verður ein nýggj gróðursett.

- Harumframt royna vit altíð at stuðla nýbrotum, sum kunnu gera framtíðina burðardygga, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Hotellstjórin sipar til, at umframt Green Key-krøvini hevur Hotel Brandan el-bilar og løðistøðir.

- Tað er allarhelst bara ein spurningur um tíð, nær hetta verður krav," leggur hann afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder