
Í gjárkvøldið var almenn upplating at nýggja vælveruøkinum Ress á Hotel Føroyum. Eitt vælveruhús staðsett nærhendis viðarlundini í Kerjum niðan fyri hotellið, har tú kanst njóta kropsliga og sálarliga vælveru í glæsiligum umhvørvi við heitum hyljum, bæði innan- og uttandura og hitarúmum av ymiskum slag.
Eitt væleydnað tiltak fyri innboðin, har einans eittans ting vantaði, nevniliga útsýnið oman yvir Havnina og Nólsoyarfjørð, tí sjáldan hevur mjørkin ligið so tjúkkur yvir Havnini, sum hann gjørdi júst í gjárkvøldið.
Ress - nýggja vælveruhúsið á Hotel Føroyum
Stordalen trýr upp á Føroyar sum ferðamál
Ein av gestunum í gjárkvøldið var 62 ára gamli norski ríkmaðurin, Petter Stordalen, sum í sambandi við vitjanina kundi gera, at Hotel Føroyar er vorðin partur av hotellketuni hjá honum, Nordic Hotels & Resorrs, ið ein hotellskipan undir felagsheitinum Strawberryhotels, ið kanska er meira kent í Noregi og Svøríki enn hon er á okkara leiðum.
Við at vera partur av konseptinum og sokallaða ‘loyalitetsprogramminum’ hjá hesi hotelketuni, røkkur Hotel Føroyar rokna út til ein nógv størri kundaskara enn higartil.
Og norski ríkmaðurin og hansara nærmastu medarbeiðarar, sum í gjár komu á stutta arbeiðsferð til Føroya í leiguflogfari, síggja stórar møguleikar í Føroyum sum ferðamáli.
Fleiri velja at ferðast norðureftir
Sjálvur er Stordalen sannførdur, at tað eru tey norðaru ferðamálini, sum eru framtíðin innan ferðafólkavinnu yvirhøvur.
- Fólk eru farin at leiðast við at ferðast til sólstrendur við Miðjarðarhavið og aðrastaðni. Tey eru alsamt vorðin meira áhugað at síggja vakra og óspilta náttúru. Og tað kunnu tit sanniliga bjóða upp á í Føroyum.
Hansara egnu hotell í Noregi t.d. eru fyri ein stóran part har norðuri í landinum. Petter Stordalen kann fortelja um, at eitt nú Tromsø hevur upplivað ein sera stóran vøkstur av ferðafólkum, og tað er í stóran mun í tí myrka partinum av árinum, har tað er kalt og myrkt í Tromsø.
- Tá eg fekk mítt fyrsta hotell í Tromsø komu nærum ongi fólk til Tromsø um veturin. Nú havi eg sjey hotell í býnum, og tað er um veturin, at ferðafólkini koma. Fyri at uppliva norðlýsið sjálvandi, men eisini fyri at uppliva ráa náttúru og enn tá fyri at svimja í havinum, kanska saman við bóghvítuhvalum.
Norðmenn og sviar til Føroya eisini
Á stuttu vitjan síni í Føroyum kundi Petter Stordalen í gjár uppliva nakað av tí, sum Føroyar hava at bjóða upp á. Komin í Vágar í egnum flogvari úr Nice við millumlending í Oslo, varð farið við tyrlu beinleiðis til Mykinesar, har sólin skein í gjár. Eitt stórt upplivilsi, sambært Petter Stordalen sjálvum, har størsta upplivilsið var at fáa heimabakaðar pannukøkur frá tyrluskiparanum sjálvum í egnum húsum úti í Mykinesi.
Eftir støðgin í Mykinesi varð flogið til Norðoyggjar, har støðgað var í Kalsoynni at heilsa upp á grøvina hjá James Bond og eisini í Klaksvík at hyggja eftir komandi hotellinum har, sum eisini verður partur av Strawberry-ketuni.
- Eg eri sjálvur tyrluskipari, men at uppliva føroyska tyrluskiparan flúgva kanska bert 10 metrar oman fyri havskorpuna fyri at halda seg undir mjørkanum, var eitt heilt serligt upplivilsi fyri meg, kundi Petter Stordalen greiða frá undir móttøkuni í Ress í gjár.
At Føroyar kunnu gerast eitt ferðamál hjá skandinaviskum fólki eisini, er Petter Stordalen ikki í iva um. Hann hevur eisini eitt tætt samstarv við flogfelagið Norwegian, sum eisini er við í loyalitetsskipanini hjá Strawberry.
Spurdur um hann ætlar at fáa Norwegian til at flúgva upp á Føroyar, so svarar hann, at tað eru tað kreftir í Føroyum, sum ynskja, men vísir á Norwegian longu er partur av Føroyaflúgvingini í og við at stóra norska flogfelagið nýliga er vorðin partur av Widerøe, sum jú flýgur millum Bergen og Føroyar um summarið.
- Strawberry hóskar til okkum
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, er eisini sera spentur upp á nýggja samstarvið við Petter Stordalen og hansara fólk innan Strawberry, sum umfatar góð 250 hotell, tey flestu í skandinavisku londunum, allarflest í Noregi.
- Í mun til aðrar altjóða hotellketur, sum eg havi kunnleika um, so er Strawberry-konceptið sera tiltalandi fyri okkum, tí vit sleppa at vera vit sjálvi. Í hesi ketuni kunnu vit trekkja upp á teirra vitan og kunnleika, og ikki minst teirra kundar gjøgnum loyalitetsskipanina hjá teimum, sum kallast Spenn.
- Munurin á Strawberry í mun til aðrar hotellketur er, at hinar seta ikki krøv afturímóti. Strawberry hevur góðtikið okkara konsept sum tað er, og stillar ikki krøv til hvussu okkara hotell skulu vera, hvussu tey verða innrættað ella hvussu okkara starvsfólk skulu vera mótvegis okkara kundum. Vit hava fríar teymar at arbeiða eftir okkara besta fyrimuni, og tað síggi eg sum ein stóran fyrimun, sigur Johannes Jensen.
Rennitúr og leyp á sjógv áðrenn heimferð
Við sær í Føroyum hevði Petter Stordalen dóttrina, Emilie, ið er ein partur av leiðsluni í Strawberry, og hevur ein serligan tokka til náttúruna og umhvørvið í norðurøkinum. Eisini var fyritaksstjórin, Torgeir Silseth, og partur av fyrisitingini á høvuðsskrivstovuni í Oslo við á ferðini.
Fyrrapartin var Petter Stordalen ein rennitúr í Havn saman vil lokalum fólki – Strawberry hevur eisini ein ‘running club’ eins og vit kenna tað við Mikkeller – og túrurin endaði við at fólk lupu á sjógv uppi í Hoyvík.
Seinnapartin setti Bombardier Challenger 250 flogfarið hjá Sundt Air leiðina aftur til Oslo
Petter Stordalen saman við starvsfólki og kendum rennarum úr Havn innan rennitúrurin byrjaði tíðliga í morgun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald