2020-09-18 18:14

Rúni Djurhuus hevur keypt gistingarhúsið Hotel Streym Yviri við Strond í Havn.
– Eg ætli mær at reka tað í sama góða stíli sum higartil, sigur hann við Portalin.
Hann ásannar, at nú koronasmittan herjar er tað ein eitt sindur óviss tíð at gera íløgur í eitt gistingarhús.
– Men vit eru í gongd við umbygging beint nú, so mann kemur inn í ein bleytan start. Vanligvís er rættiliga nógv at gera, so mann fær kanska eisini eitt sindur av friði, sigur hann.
Rúni Djurhuus hevur keypt gistingarhúsið frá miðvinginum Svend Aage Ellefsen, sum hevur rikið gistingarhúsið síðan 2006.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald