
Um Ísrael ikki støðgar við álopunum á Gaza og loyvir hjálparfelagsskapum at koma inn í økið við neyðhjálp til fólkið har, so kunnu handilsforðingar vera á veg móti Ísrael.
Soleiðis ljóðaði tað í gjár í einum felags skrivi frá leiðarunum í Bretlandi, Fraklandi og Kanada.
Tað, at Ísrael sunnudagin segði, at landið fór at loyva eini ávísari “basismongd” av mati at koma inn í Gaza er ikki nóg mikið, stendur eisini í skrivinum.
- Tað kann ikki góðtakast, at Ísrael sýtir fyri hjálp til økið og harvið brýtur altjóða ljóð.
Í fráboðanini siga leiðararnir í teimum trimum londunum – Mark Carney úr Kanada, Emmanuel Macron úr Fraklandi og Keir Starmer úr Stórabretlandi – at tað var eitt ræðuligt álop, sum hendi móti Ísrael 7. oktober 2023, og skriva at teir altíð hava stuðlað landinum í rættinum at verja seg móti yvirgangi.
- Men tað, sum nú hendir, er ósamsvarandi.
- Um Ísrael ikki støðgar hesum álopunum, og loyvir humaniterari hjálp, so verða vit noydd til at seta tiltøk í verk sum aftursvar.
- Vit eru ímóti øllum royndum at víðka um búsetingarnar á Vestara Áarbakka. Ísrael skal støðga við búsetingum, sum eru ólógligar og hava til endamáls at forða palestinska statinum at gerast sjálvbjargin... Vit fara ikki at himprast við at seta tiltøk í verk, herundir málrættað tiltøk, stendur víðari í skrivinum.
Mette F í sama tónalagi
Nakað tað sama tónalagið er at finna í eini dagføring, sum danski statsministarin skrivaði á síni Facebook-síðu í gjár.
Her skrivar Mette Frederiksen, at støðan í Gaza er sera álvarslig og “hjartaskerandi at vera vitni til”.
Og so skrivar hon, at Ísrael í stundini skal tryggja, at hjálpin kann koma inn til Gaza økið.
- Tað er ikki nóg mikið, at Ísrael loyvir neyðugari – basalari – hjálp. Ísrael skal eisini støðga við sínum álopum á Gaza.
- Tað hevur týdning, at vit í vesturheiminum senda eini greið boð til ísraelsku stjórnina. Og vit skulu vera til reiðar at leggja Ísrael undir trýst, um neyðugu avgerðirnar ikki verða tiknar, skrivar Mette Frederiksen.
Dagføringin hjá Mette Frederiksen kom eftir at yvirlýsingin frá politisku leiðarunum í Kanada, Fraklandi og Bretlandi varð almenn í gjárkvøldið.
Umframt teir tríggjar, standa eisini uttanríkisráðharrarnir í hesum londum aftan fyri yvirlýsingina: Australia, Estland, Finnland, Týskland, Ísland, Írland, Italien, Japan, Letland, Litava, Luksemburg, Niðurlond, New Zealand, Noreg, Portugal, Slovenia, Spania og Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald