Uttanlands

Hóttanin úr Russlandi er álvarslig

Hóttanarmetingin, sum verður kunngjørd í dag, er tó ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland.

Frá tíðindafundinum í dag. Frá vinstru Thomas Ahrenkiel, FE, Jeppe Buus, verjumálaráðharri, og Michael Hyldgaard, verjuovasti (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Frá tíðindafundinum í dag. Frá vinstru Thomas Ahrenkiel, FE, Jeppe Buus, verjumálaráðharri, og Michael Hyldgaard, verjuovasti (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-09-24 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit liva í eini ótryggari tíð. Hóttanin móti Danmark hevur ongantíð verið so stór síðan kalda kríggið.

Tað sigur danski verjumálaráðharrin, Jeppe Buus. Fyri løtu síðani byrjaði ein tíðindafundur við verjumálaráðharranum saman við ovastanum fyri donsku verjuna og fregnartænastuna hjá verjuni, Forsvarets Efterretningstjeneste, FE.

Ein tilburður í farnu viku har ein russisk fregatt skjeyt við neyðrakettum móti einari danskari tyrlu er bara seinasti tilburðurin av hóttanum frá russiskari síðu, sigur verjumálaráðharrin, og nevndi eisini dronuálop í Týsklandi.

Sambært honum er Russland undir høðrum trýsti orsaka av krígnum í Ukraina, sum drenar russiska búskapin, og tí roynir landið at skapa óró við tí endamáli at støðga stuðlinum til Ukraina at verja seg móti Russlandi.

Ovastin fyri fregnartænastuna vísti á, at tænastin hevur fleiri upplýsingar um økt hernaðarligt virksemi úr Russlandi. Tað er eisini illgruni um, at Russland hevur ítøkiligar ætlanir um at fremja álop, kanska innrás, á Nato-lond, sum hava mark til Russland.

- Men Danmark er ikki í vanda fyri álopi, staðfesti Thomas Ahrenkiel, FE-ovasti, og legði eisini afturat, at hóttanarmetingin, sum verður kunngjørd í dag, ikki er galdandi fyri Føroyar og Grønland.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder